Tað skal vera eitt sindur av spenningi í lívinum

Men hann ásannar, at tað er ein torførur spurningur at seta, tí hann skilir væl, at fólk velja tað trygga.
Men hann heldur, at lívið skal eisini vera eitt sindur spennandi og hann saknar, at fólk við góðum útbúgingum eisini tora at skapa nakað sjálvi, heldur enn at seta seg hendur í favn og bíða eftir at onkur ber teimum eitt starv upp í hendurnar.

Hann saknar eisini, at føroyingar fáa sær útbúgvingar, sum hava við matvøruframleiðslu at gera.
– Tað eru ómetaliga stórir møguleikar fyri matvørumenning, serliga í fiskivinnuni, sigur Egil Olsen.
í Sosialinum, sum kemur úr seinnapartin í dag, er nógv meiri at lesa um, hvat skal til fyri at menna ein bý sum Tvøroyri til at verða ein vinnu- og vitanarhøvuðstaður.

Link:
Tað skal vera eitt sindur av spenningi í lívinum

Author: TOF field