Hvørjum ert tú gripin av?

Ymiskt er, hvørjum menniskju eru gripin av. Vit fylla okkara hjarta við ymiskum, og vit kunnu siga, at tungan er boðberi hjartans, “tí at muður mælir tað, sum hjartað er fult av.”

Summi eru gripin av fótbólti bæði úti og heima. Onnur eru gripin av eini ávísari fyrimynd og vilja líkjast henni ella honum. Nøkur eru gripin av eini sterkari politiskari sannføring og royna at grundgeva fyri sínum sjónarmiðum. Tey tosa um tað, ið tey eru gripin av, “tí at muður mælir tað, sum hjartað er fult av.”

Fleiri eru gripin av peningaligum viðurskiftum og brúka sína tíð upp á fáfongd, meðan hjarta hjá øðrum bankar fyri teimum, ið líða neyð og einki eiga. “Tí at har sum gripur tín er, har man eisini hjarta títt vera.”

Nógv eru gripin av sær sjálvum og brúka tunguna í størri mun enn oyruni. Sjálvsøkni sæst kanska best á Facebook, og vit kundu sagt, at “Facebook mælir tað, sum hjartað er fult av”.

Sum heild eru mong gripin av tíðindaflutningi av alskyns slagi. Føroyingurin er gripin av føroyska veðurlagnum og brúkar tíð upp á veðurforsagnir og tosar um sporleysa várið, ið fór framvið og um summarið, ið sambært álmanakkanum nú eigur at verða í hæddini.

Miðlarnir borðreiða stundum við søgum, har menniskju siga frá góðum ella ringum minnum frá farnari tíð. Tey eru gripin av fortíðini, og tað ávirkar gerandisdagin so ella so. Vit lesa og hoyra um menniskju, ið eru gripin av ótta, ótryggleika, beiskleika, øvundsjúku, mótloysi, o.sfr.

Tíbetur eru vit ymisk av lyndi, og tað ber sjálvandi til at verða ávirkaður av fleiri viðurskiftum, uttan at tað eina útilokar eitt annað. Vit hava jú brúk fyri at verða gripin av tí, sum er gott og uppbyggiligt.

Hvørjum ert tú gripin av?

Author: TOF field