Happing kann føra til sjálvmorð

– Happing er helst hin størsta spillan, sum kann vera umborð á skipi, og í ringasta føri kann ágangurin kennast so øgili­gur, at menn gera av við seg.

Tað sigur Anfinnur Garðalíð, formaður í Føroya Skipara-og Navigatørfelag, í nýggjastu útgávuni av felagsblaðnum, Mið & Magn.

– Eingin ivi skal vera um, at tað er skip­arin, sum hevur evstu ábyrgd um­borð, og tískil hevur hann eisini ábyrgd fyri, at umstøðurnar umborð eru liviligar. Hann skal syrgja fyri at leggja uppí, um hann er varugur við, at fólk umborð er fyri happing.

Í sjólógini – § 11, 3 – stendur beinleiðis, at sjófólk, sum verður illa viðfarið um­borð, hevur rætt at krevja at sleppa av, um skiparin hevur verið vitandi um ágangin, men einki hevur gjørt.

Umframt at vera skipari og hava ábyrgdina av vanligu gongdini um­borð, eigur skiparin eisini at ganga á odda at tryggja manningini vælferð, tryggleika og trivnað.

– Sjálvur havi eg sum skipari ofta havt gleði av amboðunum, eg fekk, tá eg tók eitt 14 mánaðar skeið í sálarrøkt og familjuráðgeving. Millum annað, tá ein maður einaferð longdist so illa, at hann í fullum álvara vildi hava meg at senda boð eftir tyrluni at koma út á Lucy Banka eftir sær.

Happing kann føra til sjálvmorð

Author: TOF field