13 ungir føroyingar eru deyðir av CTD

Jan Rasmussen hevur kannað øll tey, sum frá 1979 til 2011 brádliga eru deyð og har líkskoðan varð gjørd, eini 40 tilsamans.
– Vit hava kannað vevnaðin hjá hesum, og vit endaðu á 13, sum vóru deyð av CTD, sigur Jan Rasmussen.

Øll deyð av sandoyar-variantinum
Ílegukanningar vístu, at øll hesu høvdu álvarsama variantin av CTD, N32S/N32S, eisini róptur sandoyarvarianturin.
Umleið 150 føroyingar hava fingið staðfest CTD, og umleið 50 av hava hetta slagið, tvær ferðir N32S
– Hetta vísir, at tað er serliga tey, sum vit skulu halda eyga við og sum ikki sleppa undan at taka karnitin, sigur Jan.

Tíggindi hvør er berari
Ein út av 300 føroyingum hava sjúkuna, CTD, og tíggjundi hvør føroyingur er berari.
– Um man skal fáa nakað positivt burtur úr hesum, so hava tey avvarðandi fingið svar uppá, hví hesu ungu brádliga doyðu, sigur Jan Rasmussen, lækni og Ph.d
15.000 føroyingar hava enn ikki latið seg kanna fyri CTD. Til ber at lata seg kanna beinleiðis á laboratoriinum á Landssjúkrahúsinum.

13 ungir føroyingar eru deyðir av CTD

Author: TOF field