Kvíkingar gleða seg til víkingagarðin

Gongst sum ætlað, so stendur ein stórur víkingagarður klárur úti á Mýruni omanfyri Kvívík um tvey ár. Íverksetin, Poul Hansen, fíggjar verkætlanina, sum tekur støði í gomlu víkingatoftini, sum er grivin út niðri í bygdini.
Umframt stóru víkingahøllina skulu byggjast neyst og ein kirkja. Í stóra hylinum, sum verður nærhendis skulu víkingaskip liggja.
Harumframt skulu byggjast eini hús til matstovu og gistingarhús.
Borgarstjórin, Dánjal Petur Muller, fegnast um verkætlanina.

Kvíkingar gleða seg til víkingagarðin

Author: TOF field