Vit skulu ikki gevast at drepa grind

Eg haldi ikki, at føroyingar skulu gevast at drepa grind.

Tað staðfestir Pál Weihe, sum nú í yvir 30 ár hevur granskað, hvørja ávirkan dálkingarevni í grind hevur á mannaheilsuna.

Hann sat við pallborðið á kjakfundi í Norðurlandahúsinum, tá ið nýggi grindafilmurin varð frumsýndur, og tá fortaldi hann, at tá ið hann fór undir hesar kanningar í 1994, var tað í vónini um, at tey einki skuldu finna.

Men tað gekk øðrvísi enn hann hevði vónað, tí úrslitið var, at dálkingarevnini í grind hava so stórar avleiðingar fyri heilsuna hjá fólki, at saman við Landslæknanum alment hann mælti fólki frá at eta grind, tí hon er ikki mannaføði eftir vanligum mátistokki í okkara parti av heiminum.

Og á pallborðsfundinum í Norðurlandahúsinum, vísti hann á, at kanningarnar halda fram, men eftir at hann higartil hevur brúkt 35.000 tímar upp á at kanna hesi viðurskifti, er hann ikki komin fram á nakað, sum bendir á, at tilmæli um at fólk skulu ikki eta grind, er skeivt.

Men hann heldur kortini ikki, at føroyingar skulu gevast at drepa grind.

Hann sigur, at hansara endamál er bara at koma við góðum ráðum, sum eru bygd á vísindaligar kanningar.

Men Pál Weihe heldur, at tað skal vera eitt frítt val hjá fólki, um tey vilja vilja rinda ein heilsuligan prís fyri tann góða smakkin av at eta grind.

– Eg taki ikki støðu til, hvat føroyingar skulu gera, men sum lækni havi eg gjørt eitt tilmæli saman við landslæknanum.

– Tá ið fólk gera av, hvat tey vilja eta, kunnu tey taka tilmælið til eftirtektar, ella tey kunnu lata vera.

– Men sum vísindamaður havi eg gjørt mína skyldu og gjørt vart við støðuna, staðfestir hann.

Hann sigur, at hevði hann dult úrslitið av granskingini, kundu fólk við góðum rætti ákært hann fyri at hava fjalt upplýsingar, sum hava heilsuligar avleiðingar, og sum hava týdning fyri tað fría vali hjá fólki um, hvat tey vilja eta ella ikki.

Pál Weihe fegnast kortini um, at tað vísir seg at yngri kvinnur hava í stóran mun tikið tilmælið um at lata vera við at eta grind, til sín.

– Yngri kvinnur hava ikki bara ábyrgdina av sær sjálvu, tí tær eisini ábyrgdina av tí ófødda barninum. Men hjá yngri kvinnum er mongdin av skaðiligum evnum í kroppinum, bara ein brotpartur av tí hon var, tá ið kanningarnar byrjaðu í 1984, sigur hann.

Vit skulu ikki gevast at drepa grind

Author: TOF field