Nærum 2300 blóðgevar í Føroyum

Felagið Blóðgevi varð stovnað 23. mai 2001 og hevur til endamáls at útvega sjálvbodnar blóðgevar til Landssjúkrahúsið og saman við øðrum tílíkum feløgum í Føroyum at tryggja, at sjúkrahúsini í Føroyum fáa nóg mikið av blóði.

Allir blóðgevar, sum geva blóð á Landssjúkrahúsinum, verða sjálvvirkandi limir í felagnum við tilmeldan.

Á teimum trimum sjúkrahúsunum eru einir 2.200 blóðgevar skrásettir. Hetta er umleið hálvtfimta prosent av føroyingum. Samanlagt geva tey blóð umleið 2.200 ferðir um árið.

Av tí at ein natúrlig frágongd altíð er, er støðugt tørvur á nýggjum blóðgevum. Skal tørvurin nøktast krevst, at í minsta lagi fimm prosent av fólkinum eru blóðgevar.

Nærum 2300 blóðgevar í Føroyum

Author: TOF field