Latið ikki ótta og svartskygni sigra

Frans pávi fanst í páskaboðskapi sínum at teimum, ið ikki vilja hjálpa flóttafólki.

Frans pávi segði í boðskapi sínum til mannfjøldina á Pæturstorginum í Rom í dag, at flóttafólk verða víst burtur, ið áttu at verið boðin vælkomin og fingið hjálp.

– Páskaboðskapurin um upprisna Kristus minnir okkum á hvørki at gloyma tey, ið leita eftir eini betri framtíð, ella tey, ið flýggja undan kríggi, hungri, fátækdømi og órætti, segði Frans pávi.

Latið ikki ótta og svartskygni sigra

Author: TOF field