3500 føroyingar hava diabetes

Í gjár var heimsheilsudagur, og í tí sambandi sendi heimsheilsustovnurin, WHO, út eitt slag av ávaring, um at talið á fólki við diabetes veksur í stórum.

Eftir bara 35 árum er talið á diabetissjúklingum ferfaldað. Frá 1980 til 2014 er talið ferfaldað úr 108 upp í 422 milliónir fólk, ið hava fingið staðfest diabetes, sigur heimsheilsustovnurin, WHO.

Tølini fara at veksa enn meira, um ikki okkurt álvarsligt verður gjørt, serliga typa 2 diabetes, ið verður sett í samband við ringar lívsvanar og fiti.

Í Føroyum eru umleið 3500 diabetissjúklingar, og ein teira er Ingolf S. Olsen. Hann fekk staðfest sjúkuna í 2008.

– Eina tíð hevði eg verið óvanliga troyttur og snarsintur. Harafturat var eg alla tíðina tystur, fortelur Ingolf S. Olsen, sum eftir eina tíð við kanningum fekk staðfest diabetes.

Í morgunsendingini fortaldi hann, hvussu hann livir við sjúkuni, og hvussu sjúkan ávirkan gerandisdagin. Eitt nú tekur hann ymiskan heilivág.

3500 føroyingar hava diabetes

Author: TOF field