Hjartastartarin bjargar ongum uttan tína hjálp

Ein hjartastartari hjálpir okkum at bjarga mannalívum, men hjartastartarin ger einki einsamallur, siga Anja Perdomo og Jonleyg Fossabrúgv

Tær eru báðar sjúkrarøktarfrøðingar og eru við í áhugabólkinum FÁ3 undir Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar. Leygardagin skipa tey fyri einum almennum hjartastartaradegi, sum verður í SMS í Havn. Hetta fyri at veita frálæru í lívbjargandi viðgerð, fær onkur hjartasteðg.

– Tað ringasta, fólk kunnu gera, er einki at gera, eru boðini frá sjúkrarrøktarfrøðingunum, sum nú vilja læra føroyingar at brúka hjartastartaran og geva lívbjargandi viðgerð.

Link
Hjartastartarin bjargar ongum uttan tína hjálp

Author: TOF field