Doyr seyðurin í tosta?

Herfyri vóru fólk til gongu av Oyrargjógv til Slættanesar. Á leiðini komu tey framá eina ær við lambi sum var so illa fyri, at onkur í ferðalagnum, í samráð við røktingarmannin, avlívaði ærina. Um orsøkin til ringu støðuna hjá ærini var tosti, kunnu vit bara gita um.

Men tað er so ein sannroynd, at tað hevur ikki regnað nakað av týdningi í óvanliga langa tíð. Og tá seyðurin í Føroyum er vanur at fáa vætu við grasinum, og kanska hevur ilt við at finna nakran løk við brúkiligum vatni, so er skjótt at koma til tað niðurstøðu, at umstøðurnar eru ikki heilt optimalar.

Ein sum veit væl um hesi viðurskifti er Absalon Matras, bussførari, sum er búsitandi á Norðoyri.

– Eg koyri kring alt landið, og eg øtist so lítið fólk, sum hava seyð, hugsa um at geva seyðinum vatn. Absalon stúrir serliga fyri traðarseyði, sum gongur innhegnaður. Men er turkur nóg leingi er tað sjálvsagt, at allur seyðurin líður av tosta.

– Eg eri uppvaksin í bóndahúsi, og eg veit hvussu mann fer við kríatúrum. Og tað sum hendir nú er ikki í lagi, sigur hann við VP.

Doyr seyðurin í tosta?

Author: TOF field