Lítil orsøk at óttast skógarmottuna

– Vit gjørdu eitt ógvuliga stórt leitiarbeiði, men vit funnu ikki nógv. Í einum øki funnu vit tríggjar lítlar skógarmottur. Hetta sigur okkum so mikið sum, at títtleikin ikki er serliga høgur. Hinvegin er okkurt sum bendir á, at vit hava skógarmottur, sum megna at liva eitt heilt lívscyklus her í Føroyum, men enn er ov tíðliga at siga nógv um tað, sigur hann. Hann staðfestir tó, at skógarmottan nú er funnin so gott sum um alt landið.

– Skógarmottan kemur fyrst og fremst til Føroya við ferðafuglinum. Kanningar í Onglandi hava víst, at skógarmotta er á sjey prosentum av øllum steinstólpum, sum koma til Onglands og tað er sami fuglur, sum kemur higar til okkara, sigur lívfrøðingurin. Tí heldur hann, at tað verður torført at steðga skógarmottuni at koma til Føroya.

Vandin, sum skógarmottan ber fyri okkum menniskju, er at vit kunnu gerast sjúk, um vit verða bitin av henni. Serliga eru tað sjúkurnar Lyme borreliosa, ið lammar nervalagið, og meningitis, sum ørkymla fólk. Tað eru tó langt frá øll, ið vera bitin, ið gerast sjúk. Sagt verður, at um tú fært tikið skógarmottuna burtur innan 24 tímar eftir, at tú ert bitin, eru sannlíkindini fyri at gerast sjúkur, sera lítil. Harumframt eru tað ikki allar skógarmottur, ið eru smittuberarar.

Skógarmottur trívast best í vátlendi og í síðum grasi. Tá djór ella menniskju ganga framvið, seta tær seg á kroppin. Síðani bíta tær seg fastar í húðina at súgva blóð.

Í Danmark verður mett, at um 1.000 danir hvørt ár verða bitnir av skógarmottu. 150 fólk um árið gerast sjúk av skógarmottubitið. Í Noregi fingu yvir 300 fólk staðfest sjúkuna Lyme borreliosu eftir bit av skógarmottu í fjør.

Lundalúsin er eisini í familju við skógarmottuna og kann somuleiðis smitta fólk við borreliosu. Leivur Janus Hansen sigur, at borreliosa er funnin í lundalús, eins og at andevni móti borreliosu eru funnin í menniskjum. Hetta týðir á, at fólkini eru bitin av lundalúsini, men at immunverjan hevur bart sjúkuna niður.

Lítil orsøk at óttast skógarmottuna

Author: TOF field