Tað var væl gjørt

Tað eru menniskju, ið lata dyrnar upp fyri øðrum. Tey sáa gleði rundan um seg. At gróðurseta áræði og lívsmót er ein góður gerningur. Tað er lívsjáttandi at fáa at vita, at tað kann bragda og gangast mær rímiliga væl.

At lata dyrnar upp fyri øðrum er lykilin til trivnað og vælveru. Hin sanna eydnan er ikki einans upptikin av, at tað gongst mær væl. Eydnan finst í tilveruni, tá ið vit geva hvør øðrum eitt pláss í sólini, hitanum og rúminum.

Um vit einans hyggja inneftir og dvølja við okkara egnu góðsku, finna vit valla eydnuna. Ei heldur um staðfest verður, at eingin dugur er í mær. At ankra gleðina uttan fyri sjálvan seg er gagnligt, tá ið samanspælið millum tað innara og tað ytra finnur eina trygga legu og hvílir í eini javnvág.

Ein annar møguleiki er, at vit lata dyrnar aftur hvør fyri øðrum. Ókent er ikki, at vit brenna tær brýr, ið skulu bera okkum tvørtur um gjónna. Ikki altíð er talan um stóra ósemju ella álvarslig mótstríðandi sjónarmið.

Onkuntíð fellur hamarin uttan umhugsni. Jantelógin – tú skalt ikki halda, at tú ert nakað – verður tikin í nýtslu. Vit minna onnur á, at tey als ikki skulu hava høga hugsan um sjálvan seg. Vit lata dyrnar aftur og siga við medmenniskjað: “Tú ert eitt einki!” Og hurðin smellur í lás!

Kynstrið er at velja eitt jaligari útgangsstøði fyri samskifti og samtalu. Tað kynstrið kunnu vit læra. Um vit ikki megna tað til fulnar, kunnu vit menna førleikarnar, ið opna dyr og lata sólina skína inn ígjøgnum gluggan. Vit kunnu draga gardinurnar frá, so ljósið sleppur inn í rúmið. Vit kunnu draga gardinurnar fyri og gera rúmið skýmligt hvør fyri øðrum.

Tað var væl gjørt

Author: TOF field