Nú sleppa ung til avvenjingar fyri rúsevni

Tað er nú greitt, at serligi viðgerarstovnurin, sum ætlanin er at stovna á Eiði til ungar rúsevnamisbrúkarar, fær fígging á fíggjarlógini fyri næsta ár.
Løgtingið hevur nú fingið fíggjarlógina fyri næsta ár, aftur frá Fíggjarnevndini til framhaldandi viðger.
Ein, ið hevur verið serliga spentur upp á hesa løtuna, er Martin Kúrberg, sum arbeiðir við at stovna eitt viðgerarheim fyri ungar rúsevnamisbrúkarar í aldrinum 18-24 ár.
Viðgerarheimið, ið hevur fingið navnið, Frælsi, skal halda til í gamla hotellinum á Eiði, sum er keypt til endamálið.
Mett verður, at heimið kostar 4,5 milliónir um árið at reika og Martin Kúrberg hevur sagt, at vil Løgtingið játtað umleið helvtina, verður heimið latið upp, tí Frelsunarherurin í Noregi tryggjar restina av rakstrinum.
Og nú Fíggnarnevndin hevur viðgjørt fíggjarlógina, er fíggjarnevndin samd um at seta pening av til endamálið.
Meirilutin, sum eru umboðini fyri samgonguna, umframt Bill Justinussen, vilja hava Løgtingið at játta tvær milliónir krónur til endamálið.
Umboðið fyri Fólkaflokkin og Sambandsflokkin, halda at tað er ov lítið, tí vilja tey hava Løgtingið at játta Frælsinum 2,5 milliónir.
Men minnilutin heldur eisini, at Løgtingið eigur at játta eina millión til Bláa Kross, sum eisini ætlar sær at skipa eitt serligt viðgerartilboð til ungar misbrúkarar.
Martin Kúrberg, sum er stigtakari til Frælsi, skrivaði á Facebook í gjárkvøldið, at viðhvørt hevur hann eina góða sigar liggjandi til okkurt serligt høvi, og hann helt, at í gjárkvøldið var eitt gott høvi til festa sær í.
Hann sigur, at nú verður alt fyri eitt farið undir seinastu fyrireikingarnar í samstarvi við Freslunarherin í Noregi.

Nú sleppa ung til avvenjingar fyri rúsevni

Author: TOF field