Hans Andrias leitar eftir føroyskum vøgguvísum

Í februar var Hans Andrias í Sveits og gjørdi tónleik til film. Har kom hann í samband við Helga Jonsson, sum er giftur við tónleikaranum, Tina Dickow.

Samstarvið teirra millum gekk so mikið væl, at Hans Andrias nú hevur fingið innbjóðing at spæla og taka upp tríggjar vøgguvísur, sum føroyingar sleppa at velja.

Rættiliga nógv góð boð eru longu komin. Nevnast kunnu Á ferð í dreymaland, Góða mamma eg vil sova, Góða mamma kom nú og Blunda blunda.

Hans Andrias leitar eftir føroyskum vøgguvísum

Author: TOF field