So nógv rúsevni, at man sleppur ikki av við tað

– Stoffini eru fleiri. Anfetamin, MDMA, hassj og ritalin er eisini í umfar. Evni, sum vit ikki kendu fyri nøkrum fáum árum síðani.

– Eg tosaði við onkran í umhvørvinum í dag, og tað er so mikið nógv til í Føroyum, at man ikki sleppur av við tað. Tað er forferdiligt at hugsa sær til, at tað næstan er blivin ein handilsvøra.

Hann sigur víðari, at eitt gram av hassji kostar millum 350 og 450 krónur, og tað førir við sær kriminalitet.

– Teir ungu verða koyrdir niðan í Mjørkadal, men veruligu bakmenninir verða ongantíð tiknir, sigur Martin Kúrberg, leiðari á Herberginum.

So nógv rúsevni, at man sleppur ikki av við tað

Author: TOF field