Latið hagagrót og malargrót hava frið

– Vit eru 50.000 fólk í Føroyum, og tekur hvørt fólk ein ella tveir steinar, verður tað nógv grót. Nú tá ið vit ikki hava brúk fyri gróti til at byggja hús og rættir og garðar, eiga vit at virða grótið og lata tað hava frið. Tað hoyrir til í nattúruni. Steinarnir veita smákyktum og gróðri lívd, og steinarnir halda upp á moldina, skrivar Bergljót av Skarði.

Bergljót vísir á, at Sverri Patursson í síni tíð gjørdi rakstrarrópið “latið smáfuglar og heiðafuglar hava frið!”

– Og tað virkaði, børn vórðu lærd at lata fuglarnar fáa frið, at fuglarnir hava sítt heim í haganum, og teirra reiður, egg og ungar skulu hava frið. Nú er tími komin til at evna til eitt nýtt rakstrarróp, nevniliga latið hagagrót og malargrót hava frið. Tá ið vit taka grót í haganum, kemur sár, vatn sleppur framat og ger skaða.

Bergljót nevnir, at ætlanir eru um at fáa fleiri ferðafólk til Føroya, og her hevur hon eina áheitan til myndugleikarnar.

– Gerið fyrst gøtur til teirra at ganga á í haganum. Tí hagin verður kleyraður upp, serstakliga, tá ið vátt er. Bæði ross og fólk eiga at halda seg á gøtuni.

Latið hagagrót og malargrót hava frið

Author: TOF field