Ongin hevur ábyrgdina av teimum heimleysu

Tað er uppgávan hjá hinum einstaka at skaffa sær býli. Í galdandi lóggávu er ongin myndugleiki, sum hevur ábyrgdina av at taka um endan tá fólk koma í neyð orsaka av íbúðartrotinum.

Hetta segði Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna við almannamálum, á tingi í dag í svari til ein munnligan fyrispurning frá Sonju Jógvansdóttir. Men hóast ongin myndugleiki sambært lóggávuni eigur ábyrgdina, so arbeiðir samgongan kortini við at gera okkurt við tann akutta trupulleikan, skundaði landsstýriskvinnan sær at leggja afturat.

Nógvar familjur í neyð
Sonja Jógvansdóttir segði í fyrispurninginum, at tað er ein sannroynd, at tað eru nógvar familjur í dag, sum eru í svárari neyð, tí Føroyar ikki hava megnað at fáa til vega býli í sama mun, sum fólkavøksturin. Tí eru tað familjur, sum eru í dýrastu neyð í dag, tí tey einki hava at búgva í.

– Bústaðarneyðin í Føroyum í dag er ófatilig. Ikki bara í Havn, men allastaðni norðan fyri Skopunarfjørð eru fólk, sum leita sær eftir íbúð.

Sonja vildi tí hava at vita frá landsstýriskvinnuni hvør tað er, sum tekur um endan og hjálpir hesum fólkum. Hvør tekur sær av eini heimleysari barnafamilju, einum heimleysum barni, einum heimleysum lesandi ella lærlingi, einum heimleysum pensjónisti? spurdi tingkvinnan.

Arbeiða við bústaðarpakka
Í svari sínum segði Eyðgunn Samuelsen, at almannamálaráðið og harvið hon sum landsstýriskvinna, tá tað kemur til bústaðir, einans hevur ábyrgdina av fólkum í sosialum trupulleikum, tað verði seg orsaka av misnýtslu, sjúku ella fólk, ið bera brek.

– Tá talan er um bústaðarneyð orsaka av lítla útboðnum, so er tað ongin skylda, sambært lóg, at taka sær av hesum fólkum. Viðkomandi, sum verður koyrdur út á gøtuna, hevur sjálvur ábyrgdina av at finna nýggjan bústað, staðfesti Eyðgunn Samuelsen.

Men hon segði eisini, at landsstýrið hevur sett sær fyri at gera nakað fyri at bøta um henda stóra trupulleika. Arbeitt verður við einum bústaðarpakka, sum kann loysa nakað av trupulleikanum.

– Vit arbeiða við at finna amboð, sum kunnu brúkast fyri at betra um hesa støðuna. Væntandi fáa vit eina vælferðarlóg til várs, og í hesi lógini verður heimild givin at hjálpa sosialt útsettum fólkum við býli. Men vit skulu eisini finna amboð til at fáa til vega fleiri leiguíbúðir, og eisini at geva fólkum betri atgongd til lánimarknaðin, segði Eyðgunn Samuelsen.

Fólk hava sjálv ábyrgdina av at skaffa sær tak yvir høvdið

Author: TOF field