Hugleiðingar um jól

Jólini tykjast mær av fleiri orsøkum ríkiliga uppreklameraði – ikki minst við atliti til jól hjá teimum fátøku.

Og hvat munnu hesi ikki stúra fyri høgtíðini! Stakkals børn, sum eftir jólafrítíðina skulu møta sínum floksfeløgum aftur og ikki hava fingið eitt ella annað sum byrjar við I, eitt nú Ipad ella Iphone. Tað eru helst onkur, sum fellur fyri freistingini við quick-láni við “afturrindan langt inni í framtíðini”. Tað ljóðar jú alt so gott. Tess dýrari gávurnar eru, jú djúpari verður gjógvin millum tey, sum eiga – og tey, sum ikki eiga.

Tey fátøku eru ikki bara fátøk um jólini. Tey eru fátøk alt árið.

Eg havi sagt tað áður, og eg endurtaki orðaskvaldrið, at “hvør einstakur er sín egni eydnusmiðjur… og tað er bara at halda seg til…”, men hetta er ikki ein reellur møguleiki hjá øllum.

Sjálv eri eg langt síðan lopin av hesum vogni. Tað var ógvuliga stuttligt í byrjanini at keypa øll tey ting, eg skuldi innrætta meg við – ája, so stóðu tey har. Tey vóru góð at hava, men eydnu? Nei!

Eg havi lært, at gleði og nøgdsemi koma innanífrá og út eftir og ikki øvut – sjálvandi í mun til ein dagførdan lívshátt, sum svarar til ta tíð, vit nú liva í, og hvat nú fylgir av góðum og minni góðum døgum.

Sjálvandi skulu fólk hava tað, tey hava brúk fyri, og eitt er rætt fyri meg og okkurt fyri onkran annan, hava tey tjent sínar pengar sjálvi, og vilja brúka pengarnar uppá merkavørur, ja so generar tað ikki meg. Tað er bara ikki eg . Millum tey vælbjargaðu eru flestu kenningar væl fyri fíggjarliga. Hesi hava øll sítt sosiala netverk, og tey ána ikki, hvat tað er at liva úr hondini í munnin hvønn dag.

Alt snýr seg um tað peningaliga, sum eisini drenar tey fyri orku. Øll í teirra umhvørvi eru í somu støðu, og tey kenna ongan, sum hevur gjørt tingini, áðrenn tey gjørdu tey. Hvar skula tey byrja?

Heldur ikki í politikki eru nakrir arbeiðarapolitikkarar longur. David Cameron hevur ikki ein dag staðið á einari verksmiðju, og Helle Thorning gjørdist ongantíð ein sannførandi sosialdemokratur, tí har var ov nógv Gucci. Tíðin er komin til at stovna ein nýggjan flokk fyri láglønt við manninum og kvinnuni á gólvinum. Tað, sum eisini verður rópt “working poor”. Tað eru tey, sum ikki hava umstøður til somu lívskrøv sum tey ríku, men sum kortini liva yvir evni við ymiskum skjótum lánum.

Tað eru eisini tey, sum ikki prioreterað rætt a la sendingina, Luxusfælden. Tað veit eg væl, men hetta eru ivaleyst tey fæstu.

Tað eru oftast ymiskar orsøkir til, at fólk eru komin í eina ónda fíggjarliga ringrás. Tað er so lætt at fara eftir teimum veikastu, sum ikki hoyrast og sum ikki hava atgongd til advokatar.

Hinvegin eiga vit at hava virðing fyri teimum, sum erliga fáa tingini at bera til, tí eg ivist onga løtu í, at hesi hava stríðst leingi og hava havt nógvar svøvnleysar nætur og muga áhaldandi halda seg dagførdan.Tað er hart arbeiði at røkka toppinum og líkamikið, hvør vinnugreinin er.

Ríkidømi og ídni hanga ikki neyðturviliga saman. Men ert tú løntakari verður tú ongantíð rík/ur- líkamikið, hvussu nógv tú arbeiðir.

Má eisini siga at eg eri sera takksom fyri at eg kundi skyfta mjødn og allarhelst verur hin skyft við. Má siga alt frá egnum lækna til skurðlækna og sjúkrasystrar á hospitalinum gjørdu eitt gott arbeiðið.

Hetta var gjørligt m.a, av teimum ið gjalda skatt man byggir á herarnar á hvørjum øðrum.

Hetta er kanska eitt síðuspor, men onkuntíð ruku viðmerkingarnar nakað skjótt avstað, onkur var umhugsaður og onkur var óumhugsaður. Men tað var tann tíð.

AnnaElisabeth Hansdóttir í K

Hugleiðingar um jól

Author: TOF field