Alt bendir á, at korona-tiltøkini, vit hava sett í verk í Føroyum, virka sum ætlað

Hóast talið av koronasmittaðum í er farið upp um tey sjeyti, er tað bert ein føroyingur oman fyri sjeyti ár, sum hevur fingið smittuna.

Tað upplýsti Lars Fodgaard Møller, landslækni, á tíðindafundinum í dag, sum varð sendur beinleiðis í Kringvarpinum.

Við tað, at tað enn stórt sæð eru ung fólk, sum hava fingið smittuna, so bendir alt á, at tað ikki verður enn, at vit fara at uppliva tær nógvu innleggingarnar orsaka av covid-19 og møgulig andlát. Tí yngri fólk hava lyndi til at sleppa undan sjúkuni uttan stórvegis ampa.

Tað eru eldri borgarar, sum eru í vanda, staðfesti landslæknin.

Støðan varðisliga jalig
Landslæknin hevði kallað til tíðindafundar saman við Bjarna á Steig, yvirlækna á Landssjúkrahúsinum, og Margit Stórá, varastjóriá Sjúkrahúsverki Føroya, fyri at geva eina dagføring av støðuni í heilsuverkinum.

Og støðan má sigast at vera varðisliga positiv, boðaðu teir báðir læknarnir frá.

– Alt bendir á, at okkara strategi við at kanna so nógv sum gjørligt, og at finna fram til tey, sum tey smittaðu hava verið í sambandi við fyri at senda tey í karantenu, hava riggað, segði landslæknin.

Eitt dømi um væleydnaðu strategiina er, at tey bæði, sum nú eru ”leyslatin” sum frísk frá smittuni ikki hava smittað víðari. Øll tey 28 fólkini, sum vórðu sett í sóttarhald sum fylgi av hesi smittuni, eru nú eisini leyslatin aftur.

Eitt sindur ivasamt er tó enn um, hvussu smittandi henda virusin er.

– Í summum førum tykist virusin ikki at vera so smittandi, men í øðrum førum verða fólk rakt bara við at ganga fram við einum, sum er staðfest smittaður. Tí ber ikki til at siga, um føroyingar eru meira immunir enn onnur, tí vit uppliva eisini økir, har smittan spjaðir seg meira enn aðra staðni, segði landslæknin.

Flata kurvu
Um tað hevur eydnast at flata kurvina út, so at heilsuverkið ikki kemur undir ov hart trýst, ber ikki til at siga enn, men endamálið er at gera kurvina so flata sum gjørligt, staðfesti Bjarni á Steig, yvirlækni.

Landslæknin kundi staðfesta, at einki í løtuni bendir á, at korona-virusin fer at raka líka hart í Føroyum, sum í Danmark, har fleiri fólk nú liggja í andingartóli. Hinvegin bendir alt á, at tað fer at ganga eitt sindur longri tíð áðrenn smittuvandin er av hjá okkum, enn tað verður í eitt nú Danmark, segði Lars Fodgaard Møller, landslækni.

Bert ein føroyingur oman fyri 70 ár smittaður

Comments are closed.