Heilsuverkið skal styrkjast

Tað er avgerandi fyri alt samfelagið, at vit hava eitt vælvirkandi heilsuverk.

Í eina tíð hevur verið talað um viðgerðartrygd innanfyri 40 dagar og skjøtil er settur á við at gera almennar bíðilistar á ávísum økjum.

-Heilsuverkið skal bæði lekja og lofta, sigur løgmaður.

-Vit vilja hava, at fólk verða útgreinað skjótt – og eingin skal bíða longur enn 30 dagar eftir viðgerð. Vit arbeiða longu við at greina og almannakunngera bíðilistarnar – og sjúklingurin skal fylgjast upp. Hetta verður grundarlagið undir viðgerðartrygdini, sigur løgmaður.

-Og tað verður eisini tryggari hjá diabetikarum í Føroyum. Saman við Novo Nordisk grunninum fara vit at bøta um viðgerðartilboðini.

Ein royndarskipan, ið bjóðar teimum 15–35 ára gomlu ókeypis sálarfrøðiliga viðgerð, fer eisini at muna væl og hjálpa fleiri sálarliga.

Um nakrar dagar byrjar ein sálarfrøðingur og sosialráðgevi á ADHD-klinikkini á Psykiatriska deplinum.

-Málið er, at bíðitíðin, sum fyrr í ár var upp til trý ár, skal fáast niður á tríggjar mánaðir nsta árið, sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.

-Vit vilja betra um møguleikarnar hjá teimum, ið av sjúku ella skaða hava mist førleika, at endurvinna mistu førleikarnar. Størri orka verður brúkt til endurvenjingartænastur í sjúkrahúsverkinum, og skjótt verður eitt endurvenjingartilboð til parkinsonsjúklingar sett á stovn, sigur løgmaður.

Hann legði afturat:

– Fyri at lætta um hjá teimum løntakarum, sum gerast álvarsliga sjúkir í longri tíð, til dømis krabbameinssjúklingum – leingja vit tíðarskeiðið við sjúkradagpengum.

Viðgerðartrygdin stendur ovarlaga á raðfestingarlistanum hjá sitandi samgongu

Comments are closed.