Broyting krevur dirvi

Velja vit tilvitað eina lívsbroyting, byrjar tað ofta við, at vit afturvendandi kenna á okkum, at vit ikki trívast, har vit eru. Út frá tí kveikist ein innara motivatión og tráan eftir einum nøgdsemi, sum vantar, sigur Maria Hanusson Joensen, sálarfrøðingur

Vit menniskju mennast og broytast gjøgnum alla lívsleiðina, og tað er ein natúrligur partur av at vera menniskja, men tað eru summar broytingar – bæði tilvitaðar og óviljaðar – sum eru so stórar og kollveltandi, at lívið fær nýggja kós.

Menniskju eru ymisk, og broytingar, ið tykjast ógvusligar fyri summi eru neyðugar fyri onnur, og tí er umráðandi at hugsað eisini verður um bæði persónsmensku og lívskor, tá lívsskifti verða umrødd.

Valið at gera eina stóra og tilvitaða lívsbroyting byrjar ofta við, at ein afturvendandi kennir á sær ella hugsar um, at ein ikki er nøgdur við tað, sum er og kundi hugsað sær nakað annað. Út frá tí kveikist ein innara motivatión og tráan eftir einum nøgdsemi, sum vantar. Tað merkir, at ein fær hug at fara frá tí, sum er og ganga nýggja ella øðrvísi leið. Kveikjanin kann vera inspirerað uttanífrá ella partur av innaru sjálvsmenning.

– Upprunaliga tráa vit menniskju allatíðina eftir nøgdsemi, men nøgdsemi fyri tann einstaka er ymiskt. Nøkur trívist til dømis best við at hava hendingarríkt arbeiði og vera virkin saman við øðrum, meðan onnur trívast betri í róligum umhvørvi, og at gerandisdagurin er forútsigiligur, sigur Maria Hanusson Joensen, sálarfrøðingar.

Broyting krevur dirvi

Author: TOF field