Blokkurin úr Danmark er nú 6% av inntøkunum hjá tí almenna

Fyri 20 árum síðani var hann 17 prosent av inntøkunum

Í 2020 var ríkisiveitingin úr Danmark til Føroya, seks prosent av inntøkunum hjá tí almenna. Tað vísir ein nýggj uppgerð hjá Una Rasmussen, landsstýrismanni í fíggjarmálum. Men fyri 20 árum síðani, í 2001, var ríkisveitingin nógv størri partur av inntøkunum hjá tí almenna, tí tá var hann 17 prosent av inntøkunum.

Bjørt Samuelsen, tingkvinna fyri Tjóðveldi, hevur spurt hann, hvussu stórur partur tann danska ríkisveitingin er av tí føroyska búskapinum.

Landsstýrismaðurin sigur, at í 2020 var danska ríkisveitingin til Føroya 642 milliónir krónur og sostatt var hann seks prosent av inntøkunum hjá tí almenna og hann var eini fimm prosent av útreiðslunum hjá tí almenna. Í hesum føri er tað almenna bæði landskassin og kommunukassarnir, umframt sosialir grunnar, sum Als, barsilsskipanin og samhaldsfasti.

Í 2001 var ríkisveitingin 982 milliónir krónur og sostatt var hon næstan 17 prosent av inntøkunum hjá tí almenna og út við 21 prosent av útreiðslunum hjá tí almenna.

Nýggjasta uppgerðin av føroysku bruttotjóðarúrtøkini er fyri árið 2020. Tá var bruttotjóðarúrtøkan mett til 21,2 milliardir, ella 404.000 krónur fyri hvønn íbúgva. Roknast kann við, at føroyska bruttotjóðarúrtøkan fyri hvønn íbúgva vaks 4-5 prosent í 2021.

Í Danmark varð bruttotjóðarúrtølan í 2020, 399.000 krónur fyri hvønn íbúgva og í fjør var hon 428.000 krónur.

Tað merkir, at sum heilt er føroyska bruttotjóðarúrtøkan er á sama stigi sum í okkara grannalondum, tó við undantaki av Noregi, har bruttotjóðarúrtøkan er nakað hægri.

Sum nevnt er ríkisveitingin upp á 642 milliónir og í 2020 var tað eini trý prosent av føroysku bruttotjóðarúrtøkuni, sum tá var einar 21,2 milliardir.

Men Uni Rasmussen vísir eisini á danski staturin rindar fleiri útreiðslur í Føroyum, sum ikki eru taldar við í ríkisveitingina, og sum eru útreiðslur, sum sjálvstøðug lond vanliga hava og rinda. Talan er um politi, rættarskipanina, og annað.

Blokkurin úr Danmark er nú 6% av inntøkunum hjá tí almenna

Author: TOF field