Lokalar matvørur til ferðafólk

Visit Faroe Islands: Í vetur skipa Visit Faroe Islands og Visit Tórshavn fyri eini fyrilestrarøð um burðardygga matgerð í ferðavinnuni. Fyrilestrarnir eru ætlaðir starvsfólki í ferðavinnuni, og endamálið er at geva veitarum íblástur til at menna fleiri burðardyggar loysnir innan matgerð.

Tiltakið Ferðavinna og føroyskar matvørur verður hósdagin 17. februar á Hotel Brandan kl. 13:00-16:30. Á skránni eru áhugaverdir fyrilestrar við m.a. norðurlendskum gestarøðarum, ið greiða frá sínum royndum og servitan at nýta rávørur úr nærumhvørvinum og fyrimunirnar hetta hevur við sær í mun til umhvørvi og góðsku. Vit fara at viðgera, hvussu ferðavinnan í Føroyum kann ganga undan í arbeiðinum at menna og gagnnýta føroyskar rávørur til gagns fyri okkum øll. Høvuðsdentur verður lagdur á tætta sambandið millum matframleiðslu og ferðavinnuna, men vit fara eisini at nema við evnið í breiðari merking innan mentan, umhvørvi og búskap.

Fyrilestrahaldarar eru: – Andreas Lindberg – Rekur svensku fyritøkuna Bondens Skafferi, bindilið millum framleiðarar, matstovur og matvøruhandlar.

– Sunniva Mortensen – Rekur heimasíðuna Matkovin.fo, talgilt sølutorg fyri staðbundnar føroyskar matvørur.

– Philip Hougesen – Samsøe Madsnedkeri, sum hevur bæði matstovu og vørur við denti á staðbundnum rávørum.

– Jóhanna á Tjaldrafløtti – EMBLA tilnevnd vegna Húsarhaldsskúla Føroya í 2022.

– Elisabeth Skarðhamar Olsen – Ph.d. lesandi, sum granskar staðbundna matbúskapin í Føroyum. Tiltakið er ókeypis, men neyðugt er við tilmelding á www.atgongumerki.fo

Lokalar matvørur til ferðafólk

Author: TOF field