Nógv hava stuðlað við olju til Leguhúsið

Fyri tveimum mánaðum síðani boðaði Kirkjuliga Heimamissiónin frá, at oljan var blivin so dýr, at tey høvdu tørv á hjálp at kunna gjalda orkurokningarnar fyri Leguhúsið í Nesvík.

Ein innsavning varð sett í verk, har møguligt var at stuðla við eini upphædd til keyp av olju, og tað hava nógv valt at gjørt, skrivar Trúboðin.

Andrias Magnussen, aðalskrivari hjá Kirkjuligu Heimamissiónini sigur, at tey hava fingið meira enn 250.000 krónur inn.

– Samlaða fíggjarætlanin varð løgd við einum undirskoti á 358.000 kr. í ár. Tá vóru 250.000 kr. settar av til olju, men prísirnir vórðu so høgir, at har kom at mangla nógv í. Tí er tað serliga gleðiligt, at tað gekk so skjótt at røkka málinum at fáa undirskotið á oljukontoni vekk, sigur hann.

Nógv hava stuðlað við olju til Leguhúsið
Author: TOF field