Sonja í Heiðriksstovu 90 ár

Tú tíðliga fekk at læra, omma, nógv, ið lívið beyð,við mammu tíni tænti tú til mjólk og dagligt breyð.Í Hoyriksstovu góðar søgur taldu góðir menn. Tú livað hevur lívið omma, og tað gert tú enn!

Tú styrki eigur nógva, og eg undrist mangan á,so torført lívið snúði sær og tað, ið eingin sá?Frá barnaárum, ungdómstíð og ellisárum viðtín fylgisveinur Harrin var hvønn dag við tína lið.

Hesi ørindi eru úr sanginum hjá Signari á Reynatrøð, ommusoninum hjá Sonju, sum síðsummardagin, 31. august, gjørdist 90 ár og varð heiðrað í Bowlinghøllin. Myndin við flagginum og Sonju er frá tí degnum.

Ein dagin í juli vóru vit inni á gólvinum hjá Sonju. Hon kom tá útum við okkum, og har gekk grannakonan, 91 ára gamla Selma. Tá eydnaðist okkum at fáa mynd av teimum báðum søgufróðu konunum.

Á tí triðju myndini er familjudagur hjá eftirkomarunum hjá Hans Jakku úr Jógvansstovu. Abbasonur hansara, sum eisini æt Hans Jakku f. 1926, giftist við Sonju. Hann kom ikki oman á krokkvøllin niðri í Bug henda dagin, men Sonja kom, og Henry bróðir fór so galantur sum altíð og studdi hana.

Ovasta myndin av teimum báðum, Hans Jakku og Sonju, hongur í køkinum hjá teimum.

Heiðriksstova var ein “tíðarlummi” ein serligur bóndagarður eftir 1900. Gomlu húsini vóru frágingin og beint omanfyri vóru tey nýggju húsini bygd í 1906. Jákup bóndi og Katrina Maria áttu 5 børn. Tvey tey fyrstu doyðu sum smábørn, so bert Julianna f. 1885, Jústinus f. 1887 og Kristian f. 1891 livdu foreldrini av. Eingin teirra giftist. Harafturat var gomul, ógift arbeiðskona í húsinum, nevnd Elspa í Mikkjalshúsi f. 1859.

Tá ið Jákup bóndi varð deyður, festi Jústinus í 1931. Heiðriksstova var bert 2 merkur og eitt sindur av ogn, sum tey trý ógiftu systkini høvdu um hendi. Tey fýra, Jústinus, Kristian, Julianna og Elspa høvdu gamalt arbeiðslag fyri, livdu í sparsemi og stillføri av tí, sum garðurin gav og tí, teir báðir komu við av sjónum, men nú fóru tey fýra fólkini at eldast.

Gitta í Útistovu á Toftanesi, f. 1892, var systkinabarn teirra, tí pápin var úr Heðriksstovu og pápabeiggi til tey trý systkini. Gitta giftist í 1925 við Nordal Jacobsen, timburmanni, úr Klaksvík. Hann flutti fá ár seinni niður, men Gitta kom aftur til Leirvíkar við trimum børnum, og flutti inn á loftið hjá beiggja sínum, Jógvani í Útistovu. Nú var smátt um hendi, trongt og fátæksligt hjá henni. Yngst av børnunum var Sonja f. 31. august 1930.

Hvussu var og ikki, loysnin hjá báðum húsunum var, at Gitta í 1940 ella stutt eftir fór út í Heiðriksstovu at halda hús og hevði 10 ára gomlu Sonju við sær! Sonja vaks nú upp saman við øllum hesum gomlu og fornmentaðu fólkunum. Tað setti djúp spor í sál og minni hennara. Stutt eftir var tó tann gamla arbeiðskonan flutt til dóttrina við Garð og doyði út haðani í 1943.

Hans Jakku Skorastein, f. 1929, elsti sonurin í Hoygarðinum, giftist við Sonju 16. oktober 1949. Um tað mundið var eisini vandamikil umfarssótt, so har vóru bert tey næstu í brúdleypi. Helst mundu teir ógiftu brøðurnir fegnast um at fáa ungan mann í húsið, sum kanska eisini seinni kundi festa garðin. Heima hjá Hans Jakku í Hoygarðinum hevði verið trongligt og sera nógv systkin, og nú var ístaðin trongligt og trý gomul fólk. Hann fór tí undir at stoypa húsagrund í Niklasargerði.

Tá fór at tynnast í Heiðriksstovu og tey ungu vóru tí búgvandi. Julianna doyði í 195 og Jústinus í 1958. Hans Jakku festi garðin í 1959. Tá var gott at hava Kristian gamla eftir heima við hús, meðan Hans Jakku var til skips ella í fiskaarbeiði. Tað græt eisini aftur í Heiðriksstovu. Sonja átti Jákup í 1949, Eifinn í 1951, Berg í 1956 og Jóhan í 1961. Eitt skifti, meðan børnini vóru smá, bilaði heilsan hjá henni, so húsið var ikki so lætt tá. Hans Jakku var tó góður konumaður og hegnismaður til alt innan- og uttandura. Kristian, sum altíð gekk til handa, doyði í 1969.

Eitt langt og virkið lív hjá Hans Jakku og Sonju er livað í bygdini og saman við bygdini, í fiski, í kirkju, missiónshúsi, bygdarhúsi og vertskapi, meðan rundir føðingardagar, silvur-, gull-, diamant- og krúndiamantbrúdleyp fóru framvið, og nú nærkaðist jarnbrúdleypinum. Men í mars 2019 vóru dagarnir hjá 92 ára gamla Hans Jakku taldir.

Sonja hevur síðani verið einsamøll í hesum húsi, har hon búsettist í 1940. Fjós, hoyløga og annað heiman fyri húsini hava tey fyrr bygt og seinni umbygt til snotiligan bústað. Manga góðar dagar átti eg har, meðan eg leitaði eftir snøklum úr bygdarsøguni.

Og Sonja átti nógv at leggja afturat. Hon segði frá sínum lívi og frá tí fólkinum, sum hon var vaksin upp saman við. Hon ikki bara segði frá, men reistist og stóð á miðjum køksgólvi, meðan hon á dramatiskan hátt snúði sær henda veg og handa veg og segði frá, hvar tey sótu, hvat tey søgdu og gjørdu. Tey gomlu stóðu aftur ljóslivandi fyri henni og eisini fyri mær, sum lýddi á. Eg havi ongan annan hitt, sum so væl dugdi við orðum og andlitsbrái at lýsa tað, sum sigast skuldi frá.

Manga hugnaliga løtu sat eg inni hjá teimum. Tey bæði Hans Jakku og Sonja høvdu áhuga og fylgdu við, hvussu gekst við søguskrivingini og á tann hátt stimbraðu meg. Enn kann Sonja leggja okkurt afturat og geva okkum ein drekkamunn við skuffukaku afturvið. Onkra løtu fer hon enn inn eftir veg, kanska Í kirkju. Men bingo, sum henni hevur dámt so væl, mátti hon leggja frá sær, tá ið eyguni fóru at bilað.

Hjartans takk skal hon og tey bæði eiga fyri blíðskap og søguna. Vóni, at Sonja eigur nógv góð ár eftir.

  • Martin Fjallstein
Author: TOF field