Vit eru sum leviturin og presturin

Kríggið í Ukraina er ræðuligt. Ikki tí, øll kríggj eru ræðulig. Men vit plaga altíð at sláa okkum til tols við, at kríggj eru so langt burtur, og at slíkir ræðuleikar høvdu ikki sloppið at gingið fyri seg á okkara leiðum.

Okkum nýtast ikki at fara aftur til seinna heimsbardaga, tá fólk sum vit vóru tey ræðuligastu í verðini. Vit sóu tað aftur á Balkan í nítárunum. Vit hildu eisini tað vera ræðuligt, men vit í okkara parti av heiminum megnaðu ikki at steðga ræðuleikunum. Fólk vórðu dripin frá hond – mitt í Evropa.

Og nú endurtekur søgan seg aftur. Eitt vittuggi í Russlandi ger júst tað, sum vit ikki hildu kundi bera til. Loypir á eitt land í Evropa við hermegi, tí hann vil hava landið. Skít verður við fólkinum, drepur frá hond.Men vit kunnu ikki leggja uppí. Í Føroyum tosaðu politikarar við stórum orðum, hvussu vit kundu hjálpa við at leggja trýst á, men tað tosið er fánað.

Vit kenna øll líknilsið um hin miskunnsama sámáriubúgvan, har Jesus í evangeliinum hjá Lukasi svarar hinum lógkøna, sum spurdi, hvussu hann kundi arva ævigt lív. Jesus svaraði: »Tú skalt elska Harran Gud tín av øllum hjarta tínum, av allari sál tíni, av allari styrki tíni og av øllum huga tínum, og næsta tín sum teg sjálvan«. Og tá hin lógkøni so spurdi, »hvør er næsti mín?« Tá er tað, at Jesus sigur líknilsið um samáriabúgvan:

Ein maður fer úr Jerúsalem oman til Jeriko og varð álopin av ránsmonnum og lá særdur og hálvdeyður eftir á váli. So kemur prestur framvið. Hann sá særda mannin, men læt hann liggja. So kom ein levitur, sum somuleiðis gekk framvið uttan at hjálpa. Men ein sámáriabúgvi, ið var á ferð, sá hann, og tykti hjartaliga synd í honum. Fór til hansara, bant um sár hansara og læt olju og vín í tey. Fekk hann á gistingarhús, rindaði fyri hann og bað tey røkja hann – og um tað kostaði meira, so skuldi hann rinda, tá hann kom aftur.

Jesus spyr, hvør var næsti hansara, sum var fallin í ránsmannahendur? Tann lógkøni svaraði: »Tann, ið vísti honum miskunn.« Og Jesus sigur: »Far tú og ger tað sama!«

Hondina á hjartað. Vit eru ikki sum samáriabúgvin. Vit hugsa heldur »what’s in it for me?«, og so finna vit upp á umberingar so sum »at raka ósekar russiskar sjómenn«.

Vit hava longu vant okkum við, at hatta vittuggið í Moskva sleppur at hóreiggja sær og drepa frá hond. Vit mótmæla, men bara til eitt vist, tí tað kann kosta okkum pengar. Vit eru meira sum leviturin og presturin…

Vit eru sum leviturin og presturint

Author: TOF field