Ynskja samstarv við hópdrápsmann

Ynskja samstarv við hópdrápsmann

Oddagrein: Blóð flýtur í Ukraina. Hvørja nátt sendir heims­ins fíggindi nr. 1, vituggið Vladimir Put­in, sínar drepandi bumbur yvir fólkið í Ukraina, tí hann vil hava landið.

Putin drepur frá hond, og hann hevur nógv fólk at hjálpa sær, eisini fólk, sum landsstýrið í rámasta álvara ætlar at seta seg til borðs við fyri jól at tosa um fiski­rættindi – kanska lýðandi á hugnaligan russiskan jólatónleik, so teir ikki hoyra bumbu­brestirnar fyri sær.

Hetta ljóðar sum ein vittigheit. Men tað er tað ikki – men tað verður tað kanska, tá tað gong­ur upp fyri Fólkaflokkinum og løg­manni, at vit als einki samband skulu hava við hes­ar dev­uls­ins sveinar, sum eiga at set­ast fyri ein krígsdómstól sum skjót­ast.

Men vit kunnu staðfesta, at leiðandi pol­it­ik­arar í Føroyum ynskja samstarv við hes­ar menn, sum ikki virða Gud, sum okkum ann­ars dámar so væl – og so slett ikki mann­a­rætt­indi. Tað eru umboðsmenn hins versta, sum menn­in­ir í Tinganesi tráa eftir.

Fyrst var umberingin, at »vit halda okk­um til ES«. Men tá tað ikki riggaði meira, so fóru vit at »halda okkum til íslendingar«, og tá tað ikki rigg­aði, so fóru vit »at halda okk­um til Nor­eg«. Og sjálvt um tað heldur ikki rigg­ar meira, tí at Noreg hevur stongt allar havnir, utt­­an tríggj­ar í Norðurnoreg, fyri russ­um – har teir eru undir strongum eftirliti, so er um­ber­ing­in framvegis, at vit gera sum Noreg.

Men er tað nú rætt at sam­an­bera okk­um við Nor­eg? Eins og Russ­l­and, so er Noreg um­sit­ing­ar­land í Barentshavinum, har vit fiska sam­bært fisk­iveiðuavtalu, sum seinastu ár­ini hevur ver­ið millum tvey fræls demo­k­rat­isk lond. Nú er tað sam­starv við eitt land, sum er stýrt av hóp­dráps­mon­num, barn­a­mordarum, ódemokratum, sum eingin í øll­um heiminum átti at viljað havt nakað sum helst við at gjørt.

Fremsta uppgávan hjá løgmanni, fisk­i­mál­a­ráð­harra og hinum ráðandi monn­u­num eig­ur nú at vera at tryggja føroyskum reið­a­r­­í­um og skipum rættindi aðrastaðni í býti við tað, sum vit annars hava latið russ­um. Tað eigur og skal ikki koma upp á tal at gera nakra avtalu við hesar krígsbrotsmenn.

Umframt at kammeratarnir í Moskva drepa kvinnur og børn og menn, so eru teir nú farn­ir at bumba vatn- og elveitingar, nú vet­ur­in stendur fyri durum. Nú skal fólkið í Ukraina fryst­ast og svøltast í hel.

Eitt orðatakið sigur: »Sig mig hvem du omgås, og jeg skal sige dig, hvem du er«…

Kann tað passa, at tað bara eru Jenisi og Krist­ini í samgonguni, sum tað glógvar í?

Ynskja samstarv við hópdrápsmann
Author: TOF field