Fjúrtan dagar í Føroyum

Týska silvurbrúðarparið Michael og Melanie taka eina selfie í Bø, har tey hava búð í fjúrtan dagar. Tey er so góðir eygleiðarar, at tað røkkur ikki at brúka okkara tugda orðafelli um, at gløgt er gestsins eyga.

Vit mugu víðka tað til at rúma tí tanka, at tað at ferðast er fyri báðar partar at møta fremmandum fólki við annarleiðis tilgongdum at eygleiða gerðandisdagin, serliga hann, sum tú helt teg kenna heima hjá tær sjálvum.

Her er morgunborðreiðingin og útsýnið á silvurbrúðleypsdegnum.

Tey bæði eru úr Stuttgart í Baden-Württemberg har suðuri í Týsklandi og vildu fegin sleppa at skriva ein ferðablogg til føroyingar um upplivingina, matstovurnar og ikki minst, hvør skal fíggja verandi og komandi undirsjóvartunnlar í Føroyum. Hóast Michael starvast í banka- og fíggjarheiminum, fekk hann ikki svar uppá spurningin.

Niðanfyri er forsøgan og sjálv ferðafrásøgnin hjá týsku hjúnum, sum siga Färöer, hóast tey skriva á enskum. Málsliga lati eg enska tekstin standa, so flestu skilja og kunnu fylgja við í eini kommunikativari ferðauppliving, sum er frá fyrstu hond, akkurát soleiðis sum tey upplivdu Føroyar í fjúrtan dagar á sumri í 2023. Myndirnar hava tey eisini tikið.

Ferðin til Føroya

A fortnight in Färöer. Where to start? There is so much to tell. Let’s start with us. We, Melanie and Michael Heckel, a 50+ couple from Stuttgart in Germany, made our first plans to visit Färöer in 2019. I, Michael, took a wrong turn on the internet and landed on a picture of four beautiful houses with grass roofs in a wonderful landscape with a stunning view.

As always, when I fall in love, it happens immediately, and with my wife I decided to visit this place, which is indeed called the view and rentable for tourists, in 2020. Everything was organized, but then came the virus.

Útsett av korona

We planned to travel by ferry from Hirtshals, and I rang up Smyriline, to ask how they handled the pandemic. The friendly woman on the phone told me, that it is no problem. We will be tested before we go onboard the ship, and we will receive our test results during the journey. So, I asked, what will happen if we or another passenger is positive? The friendly answer was: “I don´t know. It hasn´t happened yet.”

That was the moment, when we decided to postpone our trip to a virus-free year, because we didn´t want to spend four weeks or so on a ferry in quarantine. And we decided to travel by plane to have more time on Färöer this time in 2023.

And I think it was a good decision.

Indeed, we had to share Färöer with other tourists, but we could make so many cultural and culinary experiences, that we probably could not in 2020.

Møttust í flogfarinum

The first lucky encounter we had, was on the Atlantic Airways flight from Paris to Vágar. We had the seats behind Birgir Kruse – at this time we did not know, that nearly everybody in Färöer knows him – and we began to talk to him.

He told us so enthused from his country and his people and he gave us so many recommendations, that we thought, we need much more time to see it all and to visit all the places…

Spoiler alert: we have to come back!

Og her má eg stinga inn í millum, at tey vistu alt um týska sjónvarpskokkin Tim Mälzer, sum vitjaði her í 2018, og gjørdi eina virðislønta sjónvarpssending, Kitchen Impossible, úr føroysku uppskriftunum hjá Poul Andrias Ziska í KOKS, sum tá var í Kirkjubø.

Karmurin í sendingunum er ein avbjóðing, har týski stjørnukokkurin verður sendur at vitja eitt fremmant land við eini matmentan, hann ikki hevur sæð ella smakkað fyrr, finnur eina góða staðbundna matskrá hjá einum virdum kokki, ger eftir henni við teim rávørum, honum eydnast at finna, og fær endaligan dóm frá einum paneli við smakkdómarum á staðnum.

Og sannuliga høvdu tey eisini klipt inn ein av tólv føroysku dómarunum í týsku kokkakappingini, sum send varð har í landinum. Sanniliga, verðin er lítil.

Fjúrtan dagar í Føroyum
Author: TOF field