Stórt og spennandi framleiðsluvirki í stoypiskeiðini

Á síðsta býráðsfundi hjá Eysturkommunu tann 22. juni, var eitt mál til viðgerðar frá Ocean Rainforest. Ocean Rainforest søkti um at eitt prinsipielt byggiloyvi til ein vinnubygning á umleið 2.600 fermetrar á havnalagnum í Norðragøtu. Hóast tað ikki var gingið á møti, so samtykti eitt samt býráð at geva tilsøgn uppá 7.000 fermetrar á havnalagnum í Norðragøtu, og at tilsøgnin er galdandi í eitt ár.

Eysturoyarportalurin hevur spurt Ólavur Gregersen, stjóra á Ocean Rainforest, um hvat ætlanir tey hava.

Ólavur Gregersen sigur soleiðis: -Ocean Rainforest alir tara og framleiðir taraúrdráttir. Felagið hevur aliloyvi á Gøtuvík, umframt á øðrum firðum í Føroyum. Seinnu árini hevur felagið havt stóran vøkstur, og felagið væntar framhaldandi vøkstur komandi árini. Framleiðslan hjá felagnum er í dag í egnum hølum í Kaldbak, men komandi ár verður tann bygningurin ov lítil, og harumframt skal taralívstøðina flytast til fjør ella vág, har felagið hevur aliloyvi til tara.

-Í hesum sambandi hevur felagið søkt um byggilendi hjá Eysturkommunu á havanøkinum í Norðragøtu. Kommunan hevur einmælt samtykt at geva tilsøgn uppá 7.000 fermetrar á matr. nr. 187a í havnalagnum í Norðragøtu, og at tilsøgnin er galdandi í eitt ár. Ocean Rainforest metir seg hava tørv á einum virkisbygningi uppá 2600m2, við einum tilsvarandi øki rundan um til parkering, goymslu og avskipan o.a.

-Virksemið fer at fevna um lívstøð, starvsstovu og tøkniliga framkomna framleiðslu innan turking, fermentering og biorafinering. Við tilsøgnini frá Eysturkommuni ber til at gera neyvari prosjektering og fáa endaliga fíggingarleistin til vega.

At enda sigur Ólavur Gregersen: -Væntandi verður komið á mál við hesum arbeiðnum komandi hálva árið, so at søkjast kann um eitt byggiloyvi til framleiðsluvirki. Miðja verður eftir, at framleiðsla kann byrja á nýggja virkinum á sumri 2025.

Stórt og spennandi framleiðsluvirki í stoypiskeiðini
Author: TOF field