Føroyskur matur er sunnur

– Garnatálg er fínt, og tá tú etur tað, so et tað við góðari samvitsku. Men at siga, at tað er beinleiðis sunt, tað ber illa til at siga, tí tað er jú tálg og feitt frá seyði, tað vil siga mettað feitt. Higartil er tað ikki prógvað, at júst tað slagið av feitti er sunt fyri okkum, sigur Poula Patursson, sum tó heldur, at føroyskur matur sum heild er sunnur.

– Tað er umráðandi at vita, at tað ber til at gera føroyskan mat sunnari við at eta meira grønmeti til. Etur tú til dømis lambskjøt, so et grønmeti ella salat afturvið. Eisini ber til at eta gularøtur afturvið røstum fiski ella rákost til fiskafrikadellur. Á tann hátt fært tú vitaminir og mineralir, og tú etur minni av tí, sum fitar, sigur Poula Patursson.

Link:
Føroyskur matur er sunnur

Author: TOF field