Føroyingar við at vakna tá umhvørvið skal verjast

Seinastu tvey árini er áhugin hjá dønum fyri umhvørvinum tvífaldaður.
Danska Information vísir til eina kanning, sum Eurobarometur hevur gjørt, ið sigur, at 28 prosent av dønum halda, at verja av umhvørvinum er størsta politiska avbjóðingin í Danmark. Í 2012 var hetta talið 12 prosent.
Bara spurningarnir um arbeiðsloysi og útlendingapolitikkur fyllir meira millum danir.
Í Føroyum hava umhvørvisverja og umhvørvistrupulleikar ikki fylgt nógv – men tað broytist spakuliga, metir Ragnheiður Bogadóttir, nevndarlimur í Føroya Náttúru og Umhvørvisfelag.

Føroyingar við at vakna tá umhvørvið skal verjast

Author: TOF field