Koppseting móti meslingum nógv gagnligari enn higartil hildið

Eftir at koppseting ímóti meslingum bleiv vanlig í USA og Stórabretlandi mitt í sekstiárunum, fór talið á børnum sum doyðu av øðrum sjúkum eisini at fella nógv. Tað fær granskarar at siga, at tá meslingar vóru ein vanlig sjúka, vóru teir antin beinleiðis ella óbeinleiðis orsøk til helvtina av øllum deyðsføllum millum smábørn í hesum londunum.

Granskararnir vísa í síni frágreiðing á, at meslingarnir eru ein nógv vandamiklari sjúka enn higartil hildið. Og, siga teir, koppsetingin ímóti meslingunum er nógv gagnligari enn higartil hildið, og verjir børnini í fleiri ár ímóti øðrum sjúkum við.

Koppseting móti meslingum nógv gagnligari enn higartil hildið

Author: TOF field