Syrgiligt at tað framvegis er so nógv happing

Allir partar siga, at tað hevur verið tosað nógv um happing; spurningurin er, um tað hava verið nóg nógv ítøkilig átøk. At man hevur valt at skifta hugsanina um, hvussu mann sær happing út við eina aðra og breiðari, kemur í kjalarvørrinum av, at tey tiltøkini, sum eru fyriskipað, ikki hava verið nóg góð og nóg munadygg. Tað er ein bati í hesari kanningini samanborið við ta fyrru, og nógv børn siga, at tey hava verið happað, men verða ikki happað longur. Um tað er orsakað av átøkunum ella av øðrum viðurskiftum, er ilt at siga. Skiftið frá at hugsa, at happing er einstakligatengd til at vera tengd at felagsskapinum, dámar mær væl, og tað hóskar eisini væl til rákið í samfelagnum. Happing er nógv samansettari enn vit áður hava gjørt okkum far um; tað vísir kanningin eisini, tá ið spurt verður nærri inn til, hvussu, hví, hvar, hvør og so framvegis. Eg eri fegin um kanningina, men at tað framvegis eru so nógv, sum verða happað, er ógvuliga syrgiligt.

Syrgiligt at tað framvegis er so nógv happing

Author: TOF field