10 dripin í Føroyum síðani 1967

1967: Ein 22 ára gomul norsk kvinna, búsitandi í Havn, verður dripin við skoti av fyrrverandi unnusta sínum, ein 23 ára gamal føroyingur. Drápsgrundin tykist at hava verið øvundsjúka, har maðurin skeyt seg sjálvan eftir drápið og læt eftir seg skilnaðarbræv.

1970: Ein 24 ára gamal føroyingur stingur tvær ungar gentur og ein 30 ára gamlan mann, sum kom gentunum til hjálpar. Hendingin fór fram í Klaksvík, har onnur gentan og maðurin doyðu.

1979: Ein grønlendingur verður stungin til deyðis av nøkrum unglingum uttan fyri TB-húsið á Tvøroyri eitt dansikvøld.

1984: Ein grønlendsk kvinna verður skotin og dripin av unnusta sínum uttan fyri húsini í Kollafirði. Kvinnan sat í bilinum, og maðurin fór inn eftir byrsuni og skeyt hana.

1988: Ein ungur maður á Tvøroyri skeyt unnustu sína við byrsu. Málið varð viðgjørt sum eitt sonevnt øvundsjúkumorð.

2005: Ein sálarliga sjúkur maður setti eld í húsini, har hann búði í Sørvági. Bæði hann og mamma hansara doyðu, og er hetta skrásett sum víðkað sjálvmorð.

2011: Eftir fyrst at hava verið eftirlýstur í nakrar dagar, viðger løgreglan málið um Dánjal Petur Hansen, vanliga nevndur Piddi, sum eitt drápsmál. Málið endar við, at unnustin hjá fyrrverandi konuni verður dømdur fyri morðið.

2013: Ein 61 ára gamla maður doyr av einum knívi, hann hevur fingið í bringuna. Ein 69 ára gamal maður verður handtikin. Málið endar við, at tann 69 ára gamli verður fríkendur fyri morð, men dømdur fyri harðskap av serliga grovum slag við deyða sum úrsliti.

2014: Ein 36 ára gamal maður verður funnin deyður í einum húsum í Hvalba. Tveir mans verða handtiknir. Annar verður latin leysur aftur, meðan hin varð varðhaldsfongslaður skuldsettur fyri morð. Hann kemur fyri rættin mikudagin.

10 dripin í Føroyum síðani 1967

Author: TOF field