Eydis hevur nú egna íbúð í Mylnutúni

Nýggja sambýlið í Klaksvík til menningartarnað varð tikið í nýtslu í dag
12 fólk við menningartarni fluttu í dag í nýggja sambýlið við Mylnutún í Klaksvík.

Hetta er annað sambýlið í Klaksvík til menningartarnað, sum hevur latið upp í hesum árinum.

Millum teirra, sum hava fingið egna íbúð í Mylnutúni, er Eydis á Løgmansbø.

Eydis hevur nú egna íbúð í Mylnutúni

Author: TOF field