Vælferðarsamfelagið Føroyar: Faldari um matoyðsl

Poula hevur kunnað leiðarar á dagstovnum og frítíðarskúlum um hetta, at vit øll gerast meira tilvitað um matoyðsl. Hon hevur eisini verið við á nøkrum foreldrafundum á dagstovnum og kunnað um ætlanirnar.

Faldarin kunnar um, hvat matoyðsl er, og hvussu vit kunnu minka um matin, sum vit hava keypt, men sum ongantíð verður etin.

Tankin er, at Tórshavnar kommuna gongur á odda á hesum øki. Hetta krevur í fyrstu atløgu, at vit eru tilvitað um støðuna. Nú minstu borgararnir á dagstovnaøkinum læra um góðan matsið og soleiðis fáa gott í beinið, er vónin, at hetta eisini fer at spjaða seg til aðrar aldursbólkar í kommununi.

– Tað er umráðandi, at vit skilja rusk, pappír og matleivdir, og at vit eru tilvitað um matin, sum vit eta og tann, sum vit ikki eta í løtuni, sigur Poula Eidesgaard, sum leggur aftrat, at børnini í Býlingshúsinum Inni á Gøtu longu læra um góðan matsið og at hugsa um matin og matleivdirnar.

Faldari um matoyðsl

Author: TOF field