Næstan ómøguligt at fáa egnarar í Lorvík

“Her standa 10 egningarskúrar og av teimum eru 9 tómir. Og her í skúrinum standa 4 menn og egna í dag. Ein er 46 ár, ein er 82, ein er 85 og tann elsti er 87 ár,” sigur Kjartan Joensen, útróðrarmaður í Leirvík. Kjartan rør út við bátinum Gusta og hóast hann er sjálvur annar við bátinum, er sera trupult at fáa manning.

“Síðani á nýggjárinum havi eg verið 12 túrar og eg havi havt 6 ymiskar matrósar við,” sigur hann.

“Hetta er ein farin tíð – hesir verða seinastu egnararnir her í bygdini,” sigur Kjartan.

Næstan ómøguligt at fáa egnarar í Lorvík

Author: TOF field