Rúna fer í hernað móti happing

– Í hesi útbúgvingini havi eg haft fokus á ymiskleikar hjá børnum og ungum og hvussu hesir ymiskleikar kunnu brúkast til at menna tey sosialt og privat. Hetta fellur væl í trá við arbeiðsuppgávurnar hjá Barnabata, sigur Rúna Ingunardóttir.

Hon skal millum annað samskipa verkætlanina Øll kunnu flyta fjøll, sum Barnabati skipar fyri. Hetta er ein verkætlan, sum fevnir um nógv ymisk lond, heilt frá Australia til norðurlond. Á donskum kallast verkætlanin ‘Fri for mobberi’ – hesa verkætlan tillagar Barnabati til føroysk viðurskifti í einum tøttum samstarvi við Mary Fonden og Red Barnet.

– Endamálið við ‘Øll kunnu flyta fjøll’ er, at børn okkara, við hjálp frá foreldrum, námsfrøðingum og lærarum, fáa eitt orðaval og ein hugburð, har tey lætt og trygt kunnu tosa um tolsemi, dirvi, umsorgan og virðing. Við støði í menning av hesum eginleikunum, kunnu vit øll flyta fjøll. Soleiðs verða vit við til at skapa eina barna-og ungdómsmentan, sum á ein náttúrligan hátt útihýsir happing, sigur Rúna Ingunardóttir.

Rúna fer í hernað móti happing

Author: TOF field