Føroyar fyri tey útvaldu

”Tað kemur ikki upp á tal, at vit í Føroyum skulu sortera sjúklingar eftir, hvat tey eru før fyri at gjalda!”.

Men vit hava einki hoyrt aftur. Vit hava einki sæð til, at bara ein lítil vilji er til at loysa knútin, og enn sum áður kunnu vit bara gita og illgita um, hvørji motivini eru fyri at halda føroyskar giktasjúklingar sum gíslar í einum máli, sum langt síðani var avgreitt, um almennu Føroyar bara hildu gjørdar avtalur.

Fakta er, at vit í dag hava eina nógv verri tænastu til giktasjúklingar, enn vit høvdu fyri 34 árum síðani.

Í 1982 var ein giktalækni – tað sama er galdandi í 2016, men í dag hevur giktalæknin frásagt sær ábyrgdina av økinum.

Í 1982 var avtala um privata praksis, sum kompenseraði fyri læknamangul – slík avtala er ikki í 2016

Í 1982 var heitur hylur á Landssjúkrahúsinum, har endurvenjing kundi fara fram – í 2016 er hylurin óvirkin á 9. ári.

Í 1982 vóru 10 seingjarpláss á B6 allokerað/avløgd til giktasjúk – í 2016 er talið 0

Í 1982 hevði giktaambulatorium egin høli – Í 2016 eru hølini til helvtar í stødd, og verða eisini nýtt av øðrum sergreinum.

Føroyar fyri tey útvaldu

Author: TOF field