Barnaverndin fekk 241 børn afturat í fjør

Í fjør fekk barnaverndin kring landið 241 børn og ung afturat undir sínar veingir. Talan er um 122 gentur og 119 dreingir. Tað vísir ein uppgerð, Barnaverndarstovan hevur gjørt.

Uppgerðin vísir, at tilsamans eru nú 883 børn og ung undir barnaverndini og sostatt eru 5,6 prosent av børnum og ungum undir barnaverndini. Av teimum eru eini 100 yvir 18 ár.

Men tað koma ikki bara børn og ung í skipanina. Børn og ung fara eisini út barnaverndini og í fjør endaði barnaverndin 245 mál.

Barnaverndin sigur, at tey, sum oftast boðað barnaverndini frá, tá ið børn og ung ikki hava tað gott, er løgreglan, tí yvir 18 prosentum av fráboðanum, barnaverndin fær, eru frá løgregluni.

Men annars er tað áhugavert, at 15,7 prosent av teimum, sum biðja barnaverndina um hjálp, eru tey, sum hava foreldramyndugleikan yvir barninum. Samstundis eru tað onnur, sum kenna barnið, bæði skyldfólk og kenningar, umframt foreldur, sum ikki hava foreldramyndugleikan yvir barninum, ið venda sær til barnaverndina, so tilsamans er tað meiri enn fjórðahvør fráboðan til barnaverndina, sum kemur frá vaksnum í nærumhvørvinum hjá barninum.

Annars er tað skúlin, sum eisini er tilvitaður um at boða barnaverndunum frá, tí 13,3 prosent av fráboðanum til barnaverndirnar, koma frá skúlanum, og 8,4 prosent eru frá dagstovnum.

Barnaverndin fekk 241 børn afturat í fjør

Author: TOF field