Granskari ávarar: Fleiri børn fáa hoyrnarskaða

Fleiri børn hava upplivað tinnitus, tí tey hava verið útsett fyri so massivum gangi, at oyrini eru overvað og fara í alarmstøðu.

Tað vísur ein nýggj kanning, skrivar Politiken.

Sambært eini ph.d.-ritgerð frá Syddansk Universitet, hava 67 prosent av 501 kannaðum 11-16 ára gomlum børnum upplivað tinnitus. Seks prosent høvdu tinnitus tann dagin, tey vóru kannað, skrivar DR.DK.

Tað er serliga harður tónleikur og telduspøl beint inn í oyrini og gangur á barnagørðum og skúlum, sum er orsøkin til at so nógv børn fáa tinnitus.

Tað heldur ph.d. á Syddansk Universitet Susanne Nemholt Rosing, sum hevur gjørt kanningina:

– Vit standa yvir fyri einum boom millum børn og ung, sum eru í stórum vanda at fáa hoyrnarskaða, varandi tinnitus og hoyrnarviðkvæmi seinni í lívinum, sigur hon við Politiken.

Granskari ávarar: Fleiri børn fáa hoyrnarskaða

Author: TOF field