Eitt skip er sum eitt húsarhald

Fyritøkan Vistir á Kambsdali, sum tekur sær av proviantering til skip og bátar, hevur fimm fólk í starvi, og dagligur leiðari er fuglfirðingurin, Eivin Sigurð Breiðaskarð. Tað er Bassi, Kristian Sune Haraldsen, ið serliga er kendur frá Haraldsen-fyritøkuni í Fuglafirði, sum stovnaði Vistir.

Aftrat sær í fyritøkuni á Kambsdali hevur Eivin Breiðaskarð arbeiðsmenninar, Jóhannus Tausen, Hilmar Jacobsen, Eyðun Jacobsen og Brynjálv Jensen, pápa Bassa, sum serliga tekur sær av sølu og tænastu.

– Vit hava alt, sum kokkurin spyr eftir, og er tað okkurt serstakt, sum vit ikki hava á vørugoymsluni, skaffa vit tað, um tað yvirhøvur ber til. Við okkara vistveiting leggja vit dent á at tænastu til okkara kundar kring um í Føroyum og uttanlands.

Tað sigur Eivin Breiðaskarð, sum hevur starvast hjá Haraldsen-fyritøkuni og Vistir í meira enn 19 ár tilsamans.

Umframt at vera veitari av øllum vanligum gerandisvørum til skip og bátar, leggur fyritøkan eisini stóran dent á at ganga serstøkum ynskjum hjá kundunum á møti. Eitt skip er sum eitt vanligt húsarhald, og tí er vøruúrvalið eisini rættiliga breitt.

– Brynjálvur Jensen er óførur at skaffa alt tað føroyska, sum skip og bátar spyrja eftir. Nú fjøllini eru gingin, og skurðurin er fingin til høldar, hevur hann lagt stóran dent á at skaffa føroyskt seyðakjøt. Sumt verður selt sum fekst, annað sum ræst ella turt.

Eivin Breiðaskarð sigur, at Brynjálvur eisini er óførur at skaffa havhestaungar, sum eru seldir bæði feskir og saltaðir, tvøst og spik, eins og fiskur og garnatálg altíð er ein partur av konseptinum.

– Tað hendir eisini, at skip við føroyskum kokkum og manning uttanlands proviantera hjá okkum, og soleiðis hava vit sent vørur í bingju til eitt nú Norðurnoregs og Grønlands. Í slíkum føri er serliga talan serliga um serføroyskar vørur ella frystar vørur, sigur dagligi leiðarin.

Eitt skip er sum eitt húsarhald

Author: TOF field