Fara at útbúgva fólk til at týna rottu kring landið

Í hesum sambandi er nú ætlanin at gera eina nýggja kunngerð um rottu, har tað verður nágreinað, hvussu arbeiðið skal skipast.

Sum støðan er nú, eru tað kommunurnar, sum hava ábyrgdin av at týna rottu og Búnaðarstovan hevur eftirlitið.

Men stjórin á Búnaðarstovuni ásannar, at tey hava ikki havt arbeiðsorku til at útinna hetta eftirlitið nøktandi.

Samstundis er tað Umhvørvisstovan, sum umsitur arbeiðið at gera eina nýggja kunngerð um rottu. Men samstundis hava Umhvørvisstovan, sum Sirið Stenberg varar av, og Búnaðarstovan, sum Høgni Hoydal varar av, tosa saman um støðuna.

Í hesum sambandi hava tey tosað um, hvussu arbeiðið verður best skipað.

Høgni Hoydal sigur, at mett verður, at tørvur er á eini førleikamenna tvey ella trý fólk til arbeiðið at basa rottuni. Samstundis verður tørvur á at seta starvsfólk av til endamálið, kanska eitt hálvt, ella eitt trífjórðings starv.

Somuleiðis er avgjørt tørvur á at skipa fyri regluligum skeiðum fyri tey starvsfólk hjá kommununum, sum hava dagligu ábyrgdina av oyða rottuna.

Høgni Hoydal leggur afturat, at verður tað Búnaðarstovan, sum fær ábyrgdina, er hann sinnaður at finna neyðugu fíggingina til endamálið.

Men hann leggur afturat, at í hesum sambandi fer Fiskimálaráðið at viðgera málið saman við hinum viðkomandi myndugleikunum.

– Í hesi viðgerð eiga myndugleikarnir at gera felags niðurstøðu um, hvussu nógvan pening ætlanin er at nýta í rottutýningararbeiði komandi árini, sigur Høgni Hoydal.

Fara at útbúgva fólk til at týna rottu kring landið

Author: TOF field