Tíð upp á at taka ábyrgd

Nú mugu vit gevast at snakka. Tíðin er komin at taka ábyrgd. Eg havi verið á túsund fundum, men einki hendir. Telefonin blívur við at ringja, foreldur gráta í telefonini, tí tey ikki náa inn til børnini longur. Men einki tilboð er til hvørki tey ella børn teirra, sigur Martin Kúrberg.

– Tað eru ikki bara børnini, sum líða og ikki fáa hjálp. Mammur og pápar, familjur og avvarðandi líða eisini undir tí byrðu, sum misnýtsla ber við sær, sigur hann.

Martin Kúrberg ásannar, at viðgerðartilboð til ung fer at kosta pening, men heldur, at tað er ein neyðug íløga.
– Um vit hugsa um sjúkradagarnar hjá foreldrum og systkjum, um tað belastning, sum rúsevnismisnýtsla leggur á sjúkrahúsverkið, so ivist eg ikki í, at tað eru nógvir pengar at spara, sigur Martin Kúrberg.

Tíð upp á at taka ábyrgd

Author: TOF field