Bústaðir

Góðan dagin, Helgi á Reynatrøð

Eg vísi til teldupostin niðanfyri, dagfestur 31. oktober 2017, sum tú hevur sent til Andras Róin, stjóra hjá Bústøðum, har tú ger vart við ymisk viðurskifti í leigumálunum undir Bjørgum á Oyrarbakka.

Tú hevur leigað eina íbúð frá Bústøðum á Oyrarbakka í tíðarskeiðnum 1. august 2014 til 31. august 2017.

Sum vit skilja tað, sum verður skrivað í teldupostinum, so er kjarnar í tí, at har hava búð aðrir leigarar, sum við tínum orðum, eru í “…sera víttfevndum sosialum trupulleikum”. So tekur tú eitt ítøkuligt dømi fram frá tá “…Ein alkoholikari flytur til Undir Bjørgum…”. Eisini listar tú upp leigarar, sum hava búð í leigumálunum í bygninginum undir Bjørgum á Oyrarbakka. Tú spyr, um tú kanst fáa eitt afturgjald fyri tað.

Til tað, sum tú skrivar, hava vit hesar viðmerkingar:

Tú hevur, eins og hinir leigararnir, fingið bjóðað at leiga á Oyrarbakka, tí tú ert á okkara bíðilista. Almannaverkið hevur rætt til 5. hvørja íbúð, eins og aðrar staðir, har vit hava íbúðir, og hevur Almannaverið til tíðir havt onkran, sum tey vara av, í einum leigumáli undir Bjørgum.

Kærur eru ikki komnar inn um leigarar undir Bjørgum. Har tað hava verið tekniskir trupulleikar ella ivamál um teknisk viðurskifti við leigumálinum, hevur tú skrivað bæði tína vegna, men eisini vegna aðrar leigarar, og hevur okkara tekniska deild fingið boðini um tað.

Tú sigur í teldupostinum: “…Eg brúkti tilsamans uml. 300.000,- kr uppá íbúðuna (leigan, innbúgv og forbrúk frá 2014 til 2017) Plus góðar 100.000,- kr í skat til Sunda kommunu”.

Vit halda ikki hetta er ein viðkomandi atfinning, tí:

– Um tú ikki hevði búð undir Bjørgum, so hevði tú búð onkra aðrar staðir, har húsaleiga helst eisini má gjaldast.

– Um tú ikki hevði búð undir Bjørgum, so hevði tú goldið fyri forbrúk á onkrum øðrum bústaði.

– Tú sigur teg hava keypt innbúgv. Tað eigur tú, og kann gera við, sum tú vil.

– Vit mugu rokna við, at tú skal gjalda skatt, har tú býr.

Síðani skriva tú: “So til mín spurning, havi eg nakran rætt til at krevja 100.000,- kr í afturgjald frá Bústaðir, vegna ógvuliga vánaliga uppliving / marknaðarføring?”.

Til tað er okkara svar, at tað hevur tú ikki. Vit hava ikki fingið kærur, sum vilja rættvísgera, at tú skal hava eina fíggjarliga kompensatión.

Um tú helt at hinir leigararnir høvdu ein atburð, sum ikki samsvarar við húsreglurnar fyri leigumálið, ella sum man kann forvænta at fólk gera í einum íbúðarhúsum, so hevði tú kunna kært um tað, og so hevði tað málið gingið sína gongd. Kærast kann annaðhvør til Bústaðir, sum útleigar, ella til leigunevndina, sum eisini viðger tílíkar spurningar, um leigari og útleigari eru ósamdir um viðurskifti, sum eru ásett í leigulógini.

—–

Aftaná mína óhugnaliga uppliving við Bústaðir.fo, so má eg bara ávara øðrin um hvussu óhugnaligt samskifti tey kunnu vænta av Bústaðir.fo

Hasar 500.000.000,- kr eru spiltar uppá køld fólk í dáma at sparka fólk niður.

Vónandi tekur onkur ábyrgd í framtíðini

Comments are closed.