Eg havi Gudi at takka

Tað kundi gingið heilt galið, tá Dánjal Jákup Hammer og pápi hansara Hanus saman við øðrum royndu at flyta ein bát í illveðrinum í farnu viku.

Dánjal er ikki í iva, tá hann hugsar um orsøkina til at tað spældi so væl av, tá hann og sonurin endaðu á sjónum, eftir at eitt óløgi breyt upp um grótkastið við bryggjuna á Eiði og tók teir við sær.

Hann greiðir frá at mamman hevur gott samband við Gud, og tað at hon bað fyri teimum var við til at bjarga teimum hesa óunniligu løtuna, meðan teir vóru hjálptir upp á land aftur.

Menninir vóru í ferð við at fáa ein bát av bryggjuni og upp á ein lastbil, tá óløgið tók teir av fótum.

Hoyr teir greiða frá upplivingini

Hoyr teir greiða frá upplivingini

Author: TOF field