Korona: At hava samfelagið opið var tað týdningarmesta

Tað týdningarmesta var at hava samfelagið opið, og at vinnan, mentan og ítróttur kundu halda fram.

Tað sigur Bárður á Steig Nielsen, fyrrverandi løgmaður, nú Løgmansskrivstovan hevur latið úr hondum eftirmetingina av handfaringini av koronu.

Bárður á Steig Nielsen leggur dent á týdningin av, at tað eydnast at hava samfelagið opið, hóast farsóttin hótti við at leggja alt lamið.

Fyrrverandi løgmaður sigur seg vera sannførdan um, at tað var rætt at stýra samfelagnum við tilmælum.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

Bárður á Steig Nielsen, heilsumyndugleikarnir og løgreglan skipaðu javnan fyri tíðindafundi í koronutíðini.
Author: TOF field