Sá ov illa út úr bilinum í morgun

Ísur var á øllum rútunum hjá bilførara, ið fær bót fyri at koyra óforsvarligt. Løgreglan hevur eisini verið úti og dempa fólk ymsastaðni í nátt

Vaktleiðarin á løgreglustøðini í høvuðsstaðnum upplýsir, at eitt sindur av lívi hevur verið í býnum í nátt, og at løgreglan millum annað hevur verið á onkrum skeinkistaði.

Har hevur tað snúð seg um fáa nøkur fólk niður á jørðina, áðrenn veruligur ófriður kom í – talan hevur verið um fráboðanir frá fólki á staðnum, har so løgreglan hevur verið úti og fyribygt og millum annað burturvíst onkran.

Nakað av húsafriði hevur eisini verið í Tórshavn, har løgreglan hevur verið á staðnum. Eins og við skeinkistøðunum, er tað tó ikki farið so langt, at nú er eitt løgreglumál.

Ov nógvur ísur á bilinum

Tíðliga í morgun hevði løgrelan eitt heldur óvanligt ferðslumál. Ein bilførari varð steðgaður, tí tað var týðiligt, at hann hevði ov ringt sýni.

Nógvur ísur var á bili hansara, og sambært vaktleiðaranum var tað á øllum rútunum. Tað er ikki lov at koyra á hendan hátt, tí tað kemur undir óforsvarliga koyring. Vaktleiðarin sigur, at hetta kann vera til vanda fyri onnur og millum annað hava ferðsluóhapp við sær – soloóhapp ella við fleiri bilum íblandaðum. Í slíkum førum kann tað geva klipp ella treytaða frádøming.

Av tí at bilførarin ikki hevði gjørt nóg mikið fyri gera bilan til reiðar at koyra við tíðliga í morgun, fekk hann eina bót.

At koyra við ringum sýni kann vera til vanda fyri ein sjálvan og onnur, og kann hava álvarsligar fylgir og geva størri revsing

Author: TOF field