Noreg sendir 10 brýr til Ukraina

Russar hava oyðilagt fleiri hundrað brýr í Ukraina, umframt 25.100 kilometrar av vegi.

Noreg hevur gjørt av at senda tíggju brýr til Ukraina við tí endamáli at byggja uppaftur ein part av undirstøðukervinum í krígsherjaða landinum.

Vit vita, at hesar brýr fara at hjálpa Ukraina, samstundis sum hetta ikki ger okkara tilbúgving veikari, sigur norski samferðslumálaráðharrin, Jon-Ivar Nygård.

Fleiri trailarar fóru í dag úr Noregi við kós móti Ukraina. Hesir eru teir fyrstu av tilsamans 32, sum eru lastaðir við brúgvasettum til krígsherjaða landið.

Tað er Statens Vegvesen í Noregi, sum stendur fyri sendingunum, og brýrnar hava eitt samlað virði av 30 miljónum norskum krónum.

Russiska krígsførslan í Ukraina hevur lagt týdningarmiklar partar av undirstøðukervinum í landinum í oyði.

Í tíðindaskrivi hjá norska uttanríkisráðnum verður sagt, at fleiri hundrað brýr í Ukraina eru oyðilagdar, umframt 25.100 kilometrar av vegi.

Noreg sendir 10 brýr til Ukraina
Author: TOF field